Landspartarnir Lugansk Og Donetsk har eysturi í Ukraina vilja loysa frá Ukraina, og Putin sigur, at tað eru friðarvarðveitandi herdeildir sum verða sendar hagar eftir ynski frá myndugleikunum á staðnum.
Putin hevur fyrr í dag skrivað undir tvær fyriskipanir, sum viðurkenna ukrainsku landspartarnar sum frælsar frá Ukraina. Eisini stendur, at hetta verður gjørt samsvarandi viljanum hjá fólkinum og leiðarunum í Lugansk og Donetsk.
Tað er enn óvist júst hvussu nógvar hermenn og -útgerð talan er um, og nær farið verður um landamarkið.
Innrásin verður fordømd av stórum pørtum at vesturheiminum sum sigur, at Russland ger seg inn á ukrainska fullveldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo