![Drona 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/4/6/csm_Drona_01_fa0a6eed70.png)
![Drona 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/4/6/csm_Drona_01_fa0a6eed70.png)
Ukraina hevur sambært Russlandi framt umfatandi álop við dronum á russisk mál á Krim hálvoynni. Minst 13 dronur eru skotnar niður, siga russiskir myndugleikar.
Eisini í Volgograd har suðri í Russlandi eru fleiri dronur skotnar niður í nátt, siga russar. Ukraina hevur ikki gjørt viðmerkingar.
Onki er frætt frá, um nakar hevur fingið skaða, ella hvussu umfatandi skaðarnir eru.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo