Hvannrók: Herfyri var eftirmetingarfundur í Róðrarsambandinum, fundur, sum er á hvørjum ári. Millum annað kastaði forkvinnan í RSF vandamiklið mál út til feløgini at hugsa um og at taka støðu til. RSF ynskir møguliga at strika sum róðrarøki Hósvík, Hvalvík og Sandavág, tí har er ov nógv havalda, verður sagt.
Illa umhugsað ballón at senda út til feløgini, og umboðið fyri kappróðurin í Sandavági gjørdist so kløkkur og illur, at hann rýmdi av fundinum. Púra vitleyst av RSF senda út slíka ballón út í luftina, tí sjálvandi skal hvørki Sandavágur, Hósvík ella Hvalvík strikast sum róðrarøki. Havi spurt meg fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo