Synergi: Kom og lær teg næsta stigið í Revit. Sera góður lærari, sum fekk heili 10,7 í eftirmeting seinast.
Undirvísarin Niels Ole Christiansen hevur seinastu 5 árini undirvíst á bygningskonstruktørútbúgvingini í Aarhus, har hann hevur ábyrgd av BIM og Revit. Nú arbeiðir hann á VIA University College, ið er størsti proffessiónsháskúli í Danmark. Hann hevur skrivað bókina "Conceptual Building Design and Basic BIM Architecture 2015", sum er ein uppslagsbók, sum tekur lesaran ígjøgnum tær fyrstu modelleringsfasurnar í einum bygningi.
Luttakarar frá seinast:
"Undirvísarin dugdi væl, góð balanca millum teori
og at royna sjálvur, fingu útleverað nógv gott tilfar."
"Alt var gott."
"Skeiðið var super og undirvísarin visti hvat hann tosaði um.
Hann fær topp karakter."
Tú lærir tú at nýta forritið á víðkaðum støði. Arbeitt verður bæði teoretiskt og praktiskt, soleiðis at hvør einstakur skal fáa so nógv burturúr sum til ber. Á skeiðinum arbeiða vit við at útvikla BIM-modellið við meiri detaljum, til at brúka í projektering og presentatiónstilfari. Undirvísingarformurin er ein blandingur av uppleggum frá undirvísara og venjingum í mun til skeiðstilfarið.
Skeiðið er eitt samstarv millum Synergi og VIA University College í DK.
Bert 3 pláss eru eftir – max 10 kunnu luttaka. Tilmelding HER! ella á www.synergi.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo