Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eftir at evropiski miðbankin og danski tjóðbankin í síðstu viku aftur hækkaðu rentuna, fer BankNordik eisini at hækka innlánsrentur og útlánsrentur.

Rentur á vanligum innlánskontum, t.d. lønarkontum og rakstrarkontum, verða ikki broyttar, meðan rentur á samansparingar- og pensjónskontum hækka við upp til 0,30%-stigum p.a., og útlánsrentur hækka við upp til 0,30%-stigum p.a. hjá bæði privat- og vinnukundum.

Rentubroytingin fær gildi fyri vinnukundar tann 16. januar og fyri privatkundar tann 31. januar, og lýst verður í bløðunum í næstum.

Nýggjar hárentukontur
Í nýggja árinum verður møguligt hjá privat- og vinnukundum at fáa eina serliga lagaliga rentu, um peningurin verður settur inn á eina bundna hárentukontu í tvey ella trý ár.

Privatkundar skulu seta í minsta lagi 50.000 kr. inn, og vinnukundar skulu seta í minsta lagi 100.000 kr. inn. Einki hægstamark er fyri, hvussu nógv kann setast inn á hárentukonturnar.

- Hárentukonta bundin í tvey ár: 1,75% í fastari árligari rentu til 01.02.2025
- Hárentukonta bundin í trý ár: 2,25% í fastari árligari rentu til 01.02.2026

Tað ber til at stovna og seta inn á hárentukontu í tíðarskeiðinum frá 16. januar til 28. februar 2023. Bankin kann tó til eina og hvørja tíð velja at stytta stovningartíðarskeiðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo