Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Remida Føroyar, ið er eitt samstarv ímillum fleiri dagstovnar í Tórshavnar kommunu, um at arbeiða við felags umhvørvis verkætlanum, arbeiða í løtuni við eini verkætlan um plastdálking.

Plastdálking er ein stórur trupulleiki fyri náttúru og umhvørvi. Tí ynskja stovnarnir at avmarka og endurnýta plast, soleiðis at starvsfólk og børn eru við til at verja náttúru og umhvørvi. Stovnarnir ynskja at børnini læra at finna loysnir og nýggjar hættir uppá avbjóðingar, tí verða børnini inndrigin í alla tilgondina.

Funnar verða nýggjar plastloysnir, plast verður endurnýtt fyri at avmarka rusk, og framsýningin "Plast Sansarúm" verður framsýnd í Perluni í umhvørvisvikuni 2017. Stovnarnir hittast til felagsfundir, har arbeitt verður við evninum plastdálking, og hvussu arbeiðast kann við evninum, saman við børnunum.

Børn og starvsfólk gerast tilvitaði um plasdálking, og luttaka aktivt í arbeiðnum at verja náttúru og umhvørvi. Nógv plast verður funnið úti í náttúruni og endurnýtt, og børnini byrja longu tíðliga í lívinum, at síggja týdningin at varðveita eitt reint umhvørvi.

Stovnarnir arbeiddu síðsta ár við endurnýtslu verkætlanini Ævintýraheimur í Viðarlundini, sum fekk grønu gávuna frá Etika.

Framsýningin verður 26-27-28 og 29 apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo