Higartil hevur Margarinfabrikkin staðið fyri Sement, men nú verður tað Reinsaríið, sum fær ábyrgdina av Sement. Hetta merkir m.a., at tað verða broytingar til Sement 2021.
Starvsfólkini á Reinsarínum eru longu farin í holt við at fyrireika Sementkappingina, sum í ár verður í apríl/mai.
Í tíðindaskrivi boðar Reinsaríið frá, at tey fara at gera nakrar broytingar í mun til undanfarnu kappingarnar.
- Enn eru vit tíðliga í prosessini, men longu nú kunnu vit avdúka, at tað verður onki aldursmark og øll eru vælkomin at luttaka. Eisini tey, sum hava verið við á útgávum og liva av tónleiki. Og har er tankin at vit lata dyrnar upp fyri bæði teimum royndu og minni royndu tónleikarunum í Føroyum, sigur Bogi Andreasen
Hóast fyrireikararnir ikki vilja fara ov nógv í smálutir viðvíkjandi Sement 2021, so fáa vit lokkað eitt sindur úr teimum:
- Ja, tildømis hava vit gjørt avtalu við bæði G! Festivalin og Summarfestivalin. Har tey fara at hava eitt umboð á staðnum, so møguleiki er at bjóða luttakarunum á spæla á teirra festivali. Vit hava eisini gjørt av, at bæði nummar 1,2 og 3 vinna tíð í studio. Og vit fara so leypandi at gera fleiri avdúkingar, sigur Bogi Andreasen at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo