Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Virknasta spælistað í landinum fyllir 3 ár, og tað verður hátíðarhildið við tónleiki og hugna, leygarkvøldið 30. september. Benjamin Rajani, Eyðun Nolsøe og The Reverends fara á pall.

Hvørja viku seinastu 156 vikurnar hevur tónleikur fylt hugnaligu hølini í Tórsgøtu, ung sum gomul, roynd sum nýggj, og nærum allar tónleikagreinar hava verið umboðaðar, tí er tað ikki meira enn hóskandi, at hetta kvøldið eisini bjóðar eitt sindur av hvørjum.

- Vit hava nýggjan spennandi folk/pop við Benjamin Rajani, tann roynda og kanska mesta fagnaða tónasmiðin í Føroyum seinastu 30 árini, Eyðun Nolsøe og so The Reverends, hesin bólkurin, ið inntil nýliga mundi teljast millum bestu country bólkar í landinum, inntil nýggja staklagið stakk eina aðra og meira rokk kenda kós út í kortið, sigur Bogi Andreasen, leiðari í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo