Innsent: Í dag letur Reiley (Rani Petersen) sítt fyrsta stak- og sjónbandalag úr hondum. Reiley hevur verið miðvísur á síni ferð móti hesum máli.
Síðan Reiley gjørdi sáttmála við amerikanska plátufelagið, Atlantic Records, hevur hann arbeitt hart og málrættað við hesi fyrstu útgávuni.
Við støði á einum palli, ið er mentur á sosialu miðlunum, gongur leiðin djørv og opin beinleiðis til lurtara- og hyggjaraskaran. Henda leið myndar eisini sera væl listamannin, Reiley.
- Eg vil vera ein listamaður, ið flytur mørk og “definerar”, hvat tað er at vera ein mannligur popp listamaður í 2021, sigur Reiley.
- Tað snýr seg ikki bert um tónleikin - eg geri eina uppliving, ið røkkur 360 stig. Mín list verður miðlað umvegis allar miðlar: móta, dans, úttrykk, pallseting og at siga frá søgum.
Reiley er sjálvrannsakandi, men megnar tó at lyfta seg yvir gerandisdagin. Hann hevur bæði eina bleyta og eina harða síðu. Harafturat er hann áhaldin og treiskur.
Sum hann greiðir frá:
- Vit bera øll mótsetningar, vit eru ikki ein-dimensjonel – og tað fagni eg.
Reiley er føddur og uppvaksin í Havn, men hevur valt at taka stigið fult út og at útgeva sína fyrstu útgávu saman við einum amerikonskum plátufelag.
Hann hevur altíð havt ein dreym og áhuga at arbeiða við skapandi list. Hann byrjaði tíðliga at arbeiða við myndatøku, filmi og tónleiki. Afturat hesum íðkaði hann fimleik á høgum støði, og tá hann var við í sjónleikinum Grease, var hann ikki í iva.
Hann vildi vera tónleikari. Fyri at blíva hoyrdur og sæddur í stóru verð, var hann noyddur at vera snildur og sera kreativur.
- Tá man býr í so fjarskotnum oyggjum, sum eg geri, kann man ikki bara banka á dyrnar hjá plátufeløgum, og siga hey, her eri eg, sigur Reiley.
Antin mást tú flyta ella finna aðrar vegir, soleiðis at tín tónleikur røkkur heilt harút ….
Til alla lukku fyri Reiley passaði stóri, góði blandingurin av skapandi evnum og dugnaskapi fullkomiliga sum fótur í hosu til teir sosialu miðlarnar. At bróta ígjøgnum vísti seg at vera alt annað enn lætt, tá hugsað verður um, at sosialir miðlar vóru tætt pakkaðir við frálíkum online tónleikarum.
Men við at fínpussa sín estetikk og við at skapa sítt egna ”brand” og sína egnu ímynd, byrjaðu fylgjararnir hjá Reiley stigvíst at vaksa.
Í 2019 ”upploadaði” hann sítt fyrsta TikTok brot, ið reyk avstað og sprongdi skalan við heili 10 mió. vísingum.
Sjónbondini bergtóku eina stóra fjøld av fólki, ja, yvir 10 mió. fylgjarar og yvir 100 mió. ”likes” eftir bert einum ári.
Við at standa frammanfyri einari flottari, litfagrari bakgrund við ongum øðrum enn einari hangandi silvurmikrofon frammanfyri sær, var ein kendur ”figurur” longu skaptur.
Reiley vísir sína ófrávíkiligu styrki og verður ein sera vælumtóktur persónur, ið dugir væl at fylgja móta og hevur eina ófrávíkiliga karismu.
Tónleikafeløg, í hópatali, vendu sær til hansara og kappaðust um at gera sáttmála við hann, sjálvt um hann tá enn ongan orginalan tónleik hevði at vísa á. Eftir stóra umhugsan valdi hann risa stóra plátufelagið Atlantic Records.
Við eini stórari persónligheit, høgum bergtakandi vokali og himmalhøgari nærveru hoyrist ”debutsingle” sangurin ”Let It Ring” hjá Reiley.
Tann vælkendi Apple ringitónin rørir okkum til fingraspíssarnar:
- Eg havi altíð latið tónleikin givið mær styrki til at vera tann, eg eri, greiðir hann frá. Tá sangurin “Let It Ring” kom til mín, var støðan í mínum lívi soleiðis, at eg ikki var klárur til at kuta bandið til ein persón, ið ikki var góður fyri meg.
- Eg var ikki klárur til at lata tað ringja. Við at leggja alla mína orku í sangin og í at skapa persónin Reiley, hjálpti tað mær at blíva eg sjálvur. Á henda hátt kunnu sangir, sum hesin, gera ein stóran mun.
- Eg haldi, at eg komi frá eini aðrari klótu, og at mín leiklutur í lívinum er at undirhalda, sigur Reiley við einum stórum skálkasmíli.
- Tað er tað, eg ætli mær at gera.
Leinki til lag - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo