MOMENTO er 6. útgávan í røðini hjá havnarmanninum, sum føroyingar av álvara gjørdust varugir við, tá hann blaðungur sang seg inn í hjørtuni við lagnum "Ein glotti fyri framman". Meðan Regin hevur verið rættiliga staðsettur í poppinum – bæði sum artistur og produsari og tónleikari á tíggjutals útgávum seinastu 25 árini – so er helst ikki ov nógv sagt, at á MOMENTO er tað fyrst og fremst komponisturin og pianisturin Regin Guttesen, ið hevur skapt eitt verk, ið er melodiskt, inniligt, dynamiskt og stórbært um somu tíð.
Sjálvur dylir Regin ikki fyri, at hetta er ein útgáva, ið liggur hansara hjarta nær. "Hetta er tann fløgan, sum eg altíð havi droymt um at gera, men ongantíð væntaði, eg fór at gera. Hetta eru løg, sum eru komin í verðina, heilt spontant, í teimum stillu løtunum, hesi síðstu tjúgu árini. Tey vóru ikki gjørd 'til' nakað. Men tá eg, hesi seinnu árini havi lægt til merkis, at fólk reagera upp á løgini, eri eg spakuliga farin at spæla mær við tankan at geva tey út, so eg kundi deila við onnur."
Hóast okkurt lag sostatt er um tjúgu ára gamalt, so er tað ikki fyrr enn seinasta árið, at avgjørt varð at fara undir innspælingarnar og gera hendan gamla dreymin til veruleika.
Í januar í ár gekk leiðin sostatt til Metrò Rec Studio í Norðuritalia, har Regin innspældi øll 14 løgini í tveir dagar. Síðani varð farið til Macedonia at taka upp symfoniorkestur í apríl, meðan restin av upptøkunum eru gjørdar í Føroyum, Svøríki og Amerika í summar.
Í poppi sigur man “Song is King”. Á hesari fløguni hevur meginreglan verið “Piano & Melody are King”. Regin leggur dent á, at tað var umráðandi, at klaverið og lagið alla tíðina vóru sett í miðdepilin. Og hóast tað kundi vera freistandi at gera nógv av, tá symfoniorkestur, kór, og nógvir aðrir góðir tónleikarar luttaka, so var altíð havt í huga, at hesi elementini skuldu ikki taka yvir, men lata klaverið og lagið verða berandi, meðan alt hitt hevur ein stuðlandi leiklut.
"Eg vóni at nógv taka tónleikin til sín, og at útgávan fer at røkka um alskyns mørk. Ja, eg gleði meg at leggja hana fram", sigur Regin, ið er komin heim til Føroya at vitja úr Italia, har hann hevur búð saman við familjuni síðani 2003.
Mikudagin ber so til at ogna sær fyrstu eintøkini av nýggju útgávuni MOMENTO í Reinsarínum. Sama dag, Mikudagin 2. November, verður útgávan eisini tøk á iTunes.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo