Danska uttanríkisráðið heitir á allar danskar ríkisborgarar, sum eru í Libanon, um at fara higani ímeðan tað enn ber til. Og tey sum ætla sær at fara hagar, eiga ikki at fara, sigur uttanríkisráðið.
Orsøkin er støðan sum er íkomin, eftir at iranskt stuðlaða Hizbollah yvirgangsrørslan eftir øllum at døma hevur bumbað ein fótbóltsvøll í Golan heyggjunum, har børn spældu, og har 12 lógu eftirá. Eftir tað hevur Ísrael søkt at málum djúpt inni í Libanon, og ávarað um, at fleiri hevndarálop eru á veg.
Uttanríkisráðið ger samstundis vart við, at tað er sera avmarkað hvat danskir myndugleikar kunnu gera fyri at hjálpa, um kríggj brestur á.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo