Hvønn dag, frá eystri til vesturs og gjøgnum stórar rørleiðingar, sendur Russland milliardir av kubikkmetrum gass til Evropa. Nøgdirnar eru øgiliga stórar. Og avleiðingarnar uppaftur størri.
Í fleiri ár hevur russiskt gass hitað evropeisk heim, og russisk olja hevur smurt hjólini hjá evropeisku vinnuni.
Eftir situr forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, við milliardum evrum. Russland er heimsins størsti útflytari av gassi. Evropa er mest týðandi kundin hjá Russlandi.
Men hesa myndina ynskir ES at gera nakað við nú.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo