Føroyski búskapurin er sera sunnur.
So gott sum allir kassar geva avlop.
Landskassin hevur eina lutfalsliga avmarkaða avbjóðing í løtuni, sum samgongan er í ferð við at gera nakað við.
Landskassin hevur eina stóra avbjóðing sum frá líður, og tað ger hendan samgongan eisini nakað við.
Tí er bæði rætt og rímiligt, at vit halda fast við gjørdu avtaluna um donsku pengarnar á føroysku fíggjarlógini, og í Tjóðveldisflokkinum halda vit tað hevði verið mest haldført at sett ferðina á minkingini upp.
Blokkurin er alt for lítil í mun til virðið at eiga Føroyar, men alt for stórur í hugaheiminum hjá nógvum fólkum í Føroyum.
Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo