Hagstovan: Prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt.
Prísirnir eru hækkaðir 1,7 prosent frá august í 2023 til august í 2024. Tað er lakasti prísvøkstur í meira enn trý ár.
Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflatiónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri august í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo