Ikoniski sangarin Prince er deyður, 57 ára gamal.
Prince hevur ikki verið væl fyri í nakrar vikur, fleiri konsertir eru avlýstar, og í síðstu viku noyddist privatflogfarið hjá honum at lenda í skundi ávegis til eina konsert, tí Prince var vorðin brádliga sjúkur.
Tá bleiv sagt, at tað var influensa sum gjørdi um seg.
Prince búði í Chanhassen í statinum Minnesota.
Prince og bólkurin Revolution hava tilsamans selt yvir 100 milliónir plátrur.
Hann hevur vunnið sjey Grammy-virðislønir og fekk eisini ein Oscar fyri «Purple Rain», tittulsangurin til filmin frá 1985 við sama navni.
Prince var veganari og gjørdist Jehova vitni í 2001.
Prince was touring and recording right up until his death, releasing four albums in the last 18 months. https://t.co/p0Dg4uFJ9q
— The Associated Press (@AP) 21. april 2016
BREAKING: Publicist: Pop music superstar Prince has died at his home in suburban Minneapolis.
— The Associated Press (@AP) 21. april 2016
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo