Vinnulívsmaðurin og sakførarin Poul Hansen andaðist í morgun, 64 ára gamal.
Poul Hansen hevði ein týðandi leiklut í føroyska vinnulívinum.
Millum annað var hann í mong ár nevndarformaður í Havsbrún í Fuglafirði, og var stjóri í felagnum Kimbil.
Poul Hansen var eisini kendur sum ein íðin rossamaður.
Her er eitt vegleiðandi yvirlit á Business Line yvir feløg, har Poul Hansen var antin stjóri, nevndarformaður ella nevndarlimur:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo