Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Breddanum 31. mai luttóku millum onnur Bjørt Samuelsen og Henrik Old. Eyðsýnt var, at hesi bæði ikki hava sett seg inn í virksemi hjá Posta.

Viðmerkingar sum “tey bera bara brøv og koyra nakrar pitsur út” vístu ikki bara manglandi vitan um virksemi hjá Posta, men eisini manglandi virðing fyri Posta og teimum nógvu starvsfólkunum, sum arbeiða her.

Hetta kann eg sum stjóri á Posta ikki lata fara framvið uttan viðmerking.

Posta er ein flutningsfyritøka, sum eisini ber post út. Vit átaka okkum flutning av allari vøru – bæði brøvum, pakkum, plattum, bingjuflutningi og stórflutningi her í Føroyum og úti í heimi.

Í 2021 var postvirksemi einsamalt 46 prosent av samlaðu søluni hjá Posta, meðan 54 prosent var virksemi í fríari kapping.

Um Posta einans var postur, hevði sølan verið 58 mió. krónur. Í fjør rindaði Posta 59,5 mió. krónur í lønum av einari samlaðari sølu á 127 mió. krónur.

Seinastu árini hevur Posta vaksið munandi um fraktpartin av virkseminum.

Millum annað flutti Posta herfyri 44 bingjur við frystivøru til Kina í beinharðari kapping við stóru flutningsfeløgini í norðurhøvum.

Í staðin fyri at niðurgera virksemi hjá Posta áttu politikarar at verið ernir av, at tað er eydnast at hava lønsemi í Posta.

Posta hevði negativt rakstrarúrslit árini 2007-2011.

Síðan 2012 hevur rakstrarúrslitið verið positivt og samlað oman fyri 100 mió. krónur til nú.

At samanbera Posta við almennar stovnar sum Almannaverkið og Landssjúkrahúsið er somuleiðis undranarvert.

Hesi hava fasta játtan á fíggjarlógini og fastar karmar at virka innanfyri, meðan Posta hinvegin er eitt partafelag í fríari kapping.

Posta er ikki ‘bara brøv og pitsa’.

Setið tykkum inn í virksemið, og havið virðing fyri arbeiðnum hjá teimum 120 fulltíðari starvsfólkunum á Posta.

Joel undir Leitinum, stjóri á Posta

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo