Tann 13. oktober broyttist lívið fullkomuliga hjá Pól Sundskarð, sum seinastu mongu árini hevur hugtikið føroyingar við sínum brøgdum - ikki minst gongutúrunum í føroysku fjøllunum.
Henda dagin var Pól fyri tí vanlagnu at detta, og døtturin var so mikið álvarsligur, at spurningurin nú er, um hann nakrantíð aftur verður førur fyri at koma upp á ein fjallatind.
Morgunsendingin hjá útvarpinum hevur hitt Pól til eitt prát, har Pól greiðir frá um hendingina, tíðina aftaná og hvussu hann sær uppá framtíðina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo