Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Farna vikuskiftið andaðist Petur Baldvinsson. Var nakar havnarmaður við stóra H, so var tað Petur. Vit hava kenst at kalla alt lívið – serliga høvdu vit eftir skúlatíð í Kommunuskúlanum tætt tilknýti til B36-umhvørvið. Eg kom at kenna teir báðar Petur og Baldvin sera væl.

Petur var sonur Emely hjá Rasmus í Funningsstovu og Sigmund Baldvinsson úr Klaksvík, ið varð róptur Simbe. Petur lærdi til bakara hjá Andriasi í Køkubúðini og fekk seinni útbugving sum kondittari í Íslandi. Tað var øgiliga stuttligt at koma inn í Køkubúðina, har vit vinmennirnir ofta fingu “smagsprøvar” av wienarbreyðum og øðrum góðum.

Hann sigldi eina tíð og arbeiddi síðan bæði á bakarínum hjá Frans og seinni hjá Gunnleivi. Hóast vit lærdu og arbeiddu innan hvør sítt fak, so hittust vit regluliga, serliga innan ítrótt. Mann visti altíð, hvar Petur var, og vit hjálptist altíð at. Seinni arbeiddi hann í mong ár á vegadeildini hjá Tórshavnar kommunu. Har hava vit so havt regluligt samskifti.

Petur var framum alt ein fittur fýrur. Vit vóru nógv saman í ungdómslívinum í Havn. Hann var sera musikalskur og hevði ótrúliga góða sangrødd, dugdi eisini at herma eftir kendum sangarum. Tað var t.d. ein smáting at taka mikrofonina og syngja ein góðan hjá Elvis á pallinum í Tórshøll.

Petur var framúr fótbóltsleikari. Øgiliga kvikur. Hann spældi í álopinum hjá B36 líka frá dreingjaliðnum upp í fyrstu deild. Hann spældi fótbólt líka til ein knæskaði gjørdi, at hann ikki kundi spæla meir. Men tað forðaði honum ikki at stuðla B36, sum hann gekk uppí við lív og sál. Hann var við liðnum til allar dystir kring landið og hevði tað best, tá bæði B36 og Manchester United vunnu.

Petur var hendinga stuttligur, hevði sjáldsama góðan humoristiskan sans og dugdi væl at seta lív í. Hetta eru serliga góð evni at hava í einum stuðulsfelag, hetta at halda vilja og áræði uppi, hóast tað ikki altíð gongst so væl. Her hevði hann heilt serlig evni at vinda stuðlarnar uppá kók, nakað sum bæði fjepparar og leikarar settu prís uppá.

Onkur kallaði hann Føroya elsta tannáring, so nógvur futtur var í honum til dystirnar hjá B36. Hetta helt fram, líka til hann nýliga byrjaði at vikna. Petur átti trý børn, eina dóttir í Keypmannahavn og ein son og eina dóttir í Havn. Gud signið tykkum øll, ið syrgja. Vit lýsa frið yvir minnið um okkara góða vin, Petur Baldvinsson.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo