Í einari roynd at tileinkisgera mínar viðmerkingar til samrøðuna, hann hevði í Degi og Viku fríggjakvøldið 17. mars 2023, kom Johnny í Grótinum við einum aftursvari, hann kallaði “Peruvellingurin hjá Hans Jacob”.
Fyrst vil eg siga, at ein og hvør, ið ivast í, hvat varð sagt í Degi og Viku, kann fara á heimasíðuna hjá Kringvarpinum at hyggja at sendingini og hoyra, hvat Johnny segði.
Nakað Johnny sjálvur avgjørt burdi gjørt.
Samanberingin er skeiv, Johnny
Í samrøðuni samanbar Johnny føroyska tøkugjaldið í 2022 á 284 milliónum krónum við tær 7 norsku milliardirnar, sum Karen Helene segði, at norska alivinnan hevði goldið árini undan tilmælinum. Hann segði beinleiðis, at hetta var upphæddin, norska alivinnan ætlandi skuldi gjalda framyvir.
Nú blandar Johnny so lógaruppskotið frá norsku stjórnini frá september 2022 uppí, og brúkar tað sum grundgeving.
So Johnny samanber fyrst nøkur miðal ár í Noreg við eitt serliga gott ár í Føroyum, og tá tað verður avdúkað, blandar hann eitt norskt politiskt uppskot frá september í 2022 uppí.
Johnny nevndi onki um nakað norskt lógaruppskot í Degi og Viku. Tí er tað í besta føri undanførsla og í ringasta føri villleiðing, at brúka tað nú.
Serliga tí hetta uppskotið er væl lægri enn tilmælið frá Karen Helene, og er eitt úrslit av júst tí lobbyismu, hon fleiri ferðir ávaraði ímóti.
Føroyska náttúran er serliga væl egnað til laksaaling, Johnny
Johnny í Grótinum, limur í Búskaparráðnum, tók heldur ikki nakað atlit til, at føroyska náttúran er munandi betri egnað til laksaaling enn tann norska, og at tilfeingisrentan í Føroyum tí eisini er munandi hægri enn í Noreg. Nakað, sum tølini frá Ragnari Nystøyl týðiliga vístu.
Til tað svarar Johnny, at føroyska alivinnan ger munandi størri íløgur enn tann norska, og fyriheldur seg tí heldur ikki hesuferð til, at føroyska náttúran er betri egnað enn tann norska.
Tí er tað beinleiðis villleiðandi, at Johnny ikki vil viðurkenna stóra munin á føroysku og norsku náttúruni.
Roknistykkið er skeivt, Johnny
Til seinast endurgav Johnny fíggjarstjóran í Bakkafrost, har hann segði, at í serligum førum kundi ein 1 oyra hægri laksaprisur viðføra, at Bakkafrost skuldi gjalda yvir 120 milliónir krónur meira í tøkugjaldi.
Nakað, bæði Johnny og fíggjarstjórin væl vita, ikki ber til, tí gjaldið verður tillagað mánaðarliga.
Í svarinum endurtekur Johnny skeiva páhaldið og grundgevur við, at Karen Helene mælti frá slíkari skipan.
Hann skrivar ikki eitt orð um, at samgongan júst tryggjar ímóti teimum veikleikunum í skipanini, sum Karen Helene og fíggjarstjórin nevna, við at tillaga gjaldið mánaðarliga.
Hann skrivar heldur ikki eitt orð um, at tær 120 milliónir krónirnar, hann vísir til, at Bakkafrost skal koma at gjalda, um laksaprísurin hækkar 1 oyra, er ein upphædd, sum beinleiðis reingir veruleikan.
Eg eri framvegis stúrin
Til seinast í mínum viðmerkingum var eg rættiliga stúrin, tí ein limur í Búskaparráðnum tykist vera partur av tí lobbyismu, Karen Helene Ulltveit-Moe ávaraði ímóti.
Svarið frá Johnny sannførir neyvan nakran um tað øvugta.
Hans Jacob Thomsen
Tingmaður fyri Javnaðarflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo