Fólkaskúlin er ein av grundarsteinunum undir okkara vælferðarsamfelag - tað er har spírin til eitt heilt, vitandi og búgvið menniskja verður lagdur. Tí er tað í fólkaskúlanum, at vit mugu seta inn, tá menningin av barninum er við at fara av sporinum við trupulleikum. Tað finnast loysnir, men spurningurin er um politiskan vilja at seta meiri tilfeingi av. Verður ikki ein munagóður politiskur innsatsur gjørdur frá nú av, er vandi fyri, at gjørdur verður óbótaligur skaði á okkara mest útsettu borgarar og harvið okkara vælferðarsamfelag.
Í hesum partinum verður greitt frá, hvørjar loysnir og skipanir eru neyðugar fyri at styrkja og menna næmingar við serligum tørvi og avbjóðingum. Næmingum, sum ikki trívast og ikki klára seg nóg væl í fólkaskúlanum.
Hvat skal til av tilfeingi o.ø.
Serstovur - góð loysn
Tá Rigmor Dam var landstýriskvinna í mentamálum, tók hon avgerð um, at serstovur skuldu setast á stovn runt um í Føroyum. Ein serstova bleiv sett á stovn her vesturi í Vágum - Pallurin í Sørvági. Meginreglan var, at 2-3% av næmingatalinum kundi fara á Pallin. Fyri Skúlan á Giljanesi hevði tað við sær, at 6-9 næmingar við serligum tørvi kundu fara út til Sørvágs á Pallin at ganga. Á pallinum er arbeiðsbýtið soleiðis, at eitt starvsfólk er pr. 3 næmingar, og 1/3 av størvinum er námsfrøðingar, og 2/3 er lærarar.
Pallurin er fyri næmingar, sum hava fingið diagnosu staðfesta. Teir hava góð evni, men hava stórar trupulleikar við at ganga í vanligum skúlaflokki, tí ov nógv fólk eru inni, og altíð er sjóð av óljóðum s.s onkur flytur seg, blýantar, sum skriva, onkur harkar og hostar og snýsir – ja alla tíðina okkurt, sum hoyrist, um tú ert viðbrekin fyri ljóði ella ikki megnar at steingja óljóðini úti. Hesir næmingar nýta nógva orku bara at vera til staðar í flokkinum, og viðhvørt eru teir so strongdir, at teir gerast harðligir móti næmingum og lærarum. Ella hinvegin – eru heilt passivir og tigandi (innfjarir), kunnu finna uppá at hótta við sjálvmorði ella skaða seg sjálvar. Eisini eru næmingar, sum nokta at fara í skúla (skúlanoktan) osfr. Øll hesi háttaløgini síggja vit regluliga.
Mín sannføring er, at øll royna sítt besta í tí støðu, tey eru í, eisini hesi børnini og foreldur teirra.
Men her standa vit hjálparleys, tí hvat skulu vit gera? Senda tey til hús, so tey kunnu læra at ganga í skúla? Nei, ha?
Eg síggi, hvussu tey hava tað, tá tey hava verið í eini keðiligari støðu. Tey føla seg m.a. skeiv, býtt, niðurgjørd, vánalig og ofta órættvíst viðfarnin!
Hvussu kunnu vit hjálpa hesum næmingum?
Nakrir av hesum næmingum hava brúk fyri sleppa á eina serstovu fyri har at fáa vegleiðing, sum kann hjálpa teimum at makta gerandisdagin betur. Læra tey at makta óljóðini, læra tey at siga frá, tá tey hava fingið nokk, læra tey at fara burtur frá og so koma inn aftur. Hetta er hart arbeiði hjá teimum, tí tey skulu læra at kenna seg og síni mørk og duga at siga frá tí, tey merkja. Tey skulu læra at biða um hjálp og taka í móti henni, tá hon stendur teimum í boði.
Veit ikki, um tit hava lagt merki til, at eg enn ikki havi nevnt nakað fakligt (heldur ikki í undanfarnu greinum), sum jú er høvuðsuppgávan hjá skúlanum. Næmingarnir við serligum tørvi skulu sjálvandi eisini fáa undirvísing og læra ymist fakligt líka sum øll hini í fólkaskúlanum.
Í skúlanum síggja vit týðuliga, at tað hevur gjørt stóran mun hjá sernæmingunum at hava verið á Pallinum í 1 ár. – Tó – nú kemur stríðið við at skula slúsast inn aftur í gamla skúlaflokkin. Tey eru tá nógv broytt og megna trong støðurnar betur, men innslúsingin kann vera trupul, tí viðhvørt er ringt at fáa tey at føla seg at hoyra til í heimaflokkinum.
Tey eru vorðin rættuliga einsamøll, ta tíðina tey hava verið burtur, tí hesir næmingar megna ofta ikki at ganga til ítrótt og tónleik og annað í frítíðini, sum vanliga skapar gott samanhald millum floksfelagar.
Fleiri serstovur mugu setast á stovn úti í skúlunum
Fyri tað fyrsta er 2-3 % av næmingatalinum, sum kann fara á eina serstovu alt ov lágt. Hetta talið eigur at verða økt uppá 5-6 %.
Fyri tað næsta eiga serstovur at verða settar á stovn í øllum skúlum, sum hava eitt næmingatal, t.d. hava fleiri enn 100 ella 150 næmingar.
Um vit siga, at næmingatalið til eina serstovu verður økt uppá 5%, hevur hetta við sær, at ein skúli við 300 næmingum hevur 15 næmingar, sum kunnu fara á eina serstovu við 5 starvsfólkum. Hví skulu hesir næmingar flytast í ein annan skúla, tá serstovan eins væl kundi verið á teirra skúla, soleiðis at teir framhaldandi kundu verið í nærumhvørvinum. Tá kundu øll verið saman við sínum flokki til ta undirvísingina, tey maktaðu, og verið á serstovuni restina av tíðini. Hesir næmingar kundu spælt við floksfelagarnar í fríkorterinum, um tey maktaðu tað, og gjørt avtalur um at spæla eftir skúlatíð. Hetta hevði verið við til at ment teir sosialu førleikarnir, sum saman við sosialu spælireglunum ofta eru ein stór avbjóðing.
Hvussu kann nakar verða ósamdur við mær? Tað er jú sólarklárt, at skúlaverkið krevur størri játtan á fíggjarlógini, tí vit strekkja stutt sagt ikki til. Høvuðsuppgávan hjá skúlanum er taka sær av, at allir næmingar klára seg væl fakliga í føroyskum, donskum, enskum, og megna at úttrykkja seg týðuliga og væl við góðum grundgevingum, bæði málsliga og skrivliga, - umframt í landafrøði, lívfrøði, støddfrøði, kristni, náttúru og tøkni, heimstaðarlæru, samfelagsfrøði, søgu, ítrótti, svimjing, køk, evning, smíð, hondarbeiði, tónleiki, KT-førleikum, og helst eisini í alis og evnaðfrøði og í týskum.
Er loysnin meira peningur til psykiatriina fyri at fáa fleiri útgreiningar? Ger tað nakran mun inni í fólkaskúlanum, um hesi børnini fáa pappír uppá sína diagnosu? Verða tey lekt av at fáa pappír uppá sína diagnosu?
Hesi børnini hava sín gerandisdag inni í fólkaskúlanum, og tað er hart arbeiði at ganga í skúla. Hvussu skal fólkaskúlin kunna taka hond um hesar næmingarnar, um vit ikki fáa tíð til at taka okkum av teimum?
Tað er eingin løtt loysn til næmingar við serligum tørvi. Tað einasta, sum kann gerast, er at arbeiða við teimum, menna tey og dagliga vegleiða tey!
Politiska skipanin eigur at hava áhuga í at fáa samfelagsborgarar, sum kunnu geva samfelagnum okkurt, tá tey verða vaksin. Tí um ikki okkurt munagott verður gjørt beint nú, verða nógv, sum ikki fáa fótin fyri seg í vaksna lívinum, tí tey ikki hava fingið nóg mikið burtur úr barnaárunum.
Politiska skipanin og skúlaverkið hevur sovið alt ov leingi, og nú er sanniliga tíð upp á at vakna, tí hetta fer ikki at ganga í longdini!
Hjálpin til næmingar við serligum tørvið má koma í gongd NÚ!! – Ígjár heldur enn ímorgin, tí vit hava fyri langari tíð síðani ligið sjóvarfallið av okkum.
Hesi børnini hava nógv at geva av, eisini sum vaksin, um vit taka hond um tey við hollari vegleiðing, og tað skal verða beint nú!
Tíðin og orkan strekkir ikki til
Lærarar í dag hava ov nógvar undirvísingartímar um vikuna og hava ikki neyðugu arbeiðstíðina til bæði at røkka fakligum og sosialum málunum umframt øllum sertørvum, sum eru í fólkaskúlanum.
Eg veit, at lærarar viðhvørt halda, at teir í ov nógvum støðum ikki megna at røkka málunum, sum kravd eru.
Er tað nakað at siga til, at arbeiðsorkan gongur undan? Einki vanligt menniskja kann halda til hetta í longdini!
Herfyri var eitt innslag í Degi og viku, har Tormóður Stórá úttalaði seg soleiðis: “Børn verða gjørd sjúkari, enn tey eru”.
Skilji úttalilsið soleiðis, at um børn við serligum tørvi fingu hjálp tíðliga í lívinum/skúlagongdini, so hevði serligi tørvurin hjá teimum ikki ment seg til so mangt annað t.d. tunglyndi, skúlanoktan o.s.fr.
Eftir mínum tykki er ein partur av svarinum, at ov fáar hendur (lærarar) eru úti í flokkunum í innskúlingini og miðdeildini at taka sær av teimum avbjóðingum, ið vit dagliga síggja.
Tá loysnirnar hjá lærarum og leiðslum ikki røkka til, so er vegurin eftir dygdargóðari hjálp frá Sernámi alt ov tungur og langur.
Vit í skúlanum hava í hjálparloysi eisini funnið út av, at tað er lættari fáa foreldrini at fara til egnan lækna og biðja um ávísing til barna- og ungdómspsykiatriina.
Eri samd við Tórmóð Stórá um, at almenna skipanin ger føroysk børn sjúkari, enn tey í veruleikanum eru! Tí stóra hækkanin í barnatalinum, ið verður ávíst til útgreiningar á barna- og ungdómspsykiatriini, er m.a. eitt neyðarróp frá starvsfólkunum í føroyska skúlaverkinum.
Økið er niðurpínt, alt ov fáar hendur eru til allar uppgávurnar. Arbeiðsorkan er um at vera uppi, og servitanin/hjálpin frá Sernámi er ov langt burturi.
Skúlin á Giljanesi liggur í Vága kommunu, so tað er her, mínar eygleiðingar og royndir eru frá. Rósa Samuelsen, tingkvinna og umboð í Vága kommunu, er ein av teimum, sum hevur gingið á odda fyri at hjálpa okkara veikastu borgarum. Hon hevur tosað nógv alment og hon hevur hjálpt uppá støðuna hjá nógvum við serligum tørvi - eisini í Vága kommunu hevur hon gjørt sína ávirkan galdandi.
Vága kommuna roynir at hjálpa børnum við serligum tørvi tí serstovur eru í báðum barnagørðunum, soleiðis, at børn við serligum tørvi kunnu ganga í barnagarði, men við færri børnum og fleiri vaksnum í stovuni, har gerandisdagurin er lagaður eftir tørvinum hjá barninum. Børnini fáa vegleiðing og hjálp til at makta gerandisdagin, og børnini eru eisini partur av barnagarðinum í tann mun, tey makta.
Hetta stendur tó í andsøgn við tað, sum hendir, tá hesi somu børn fara í skúla, tí tá eru tey í fríum falli, og eingin er at lofta teimum. Tí er besta loysnin at seta á stovn serstovu á fleiri skúlum.
Hetta krevur raðfesting, samstundis sum tað er ein góð íløga í framtíðina!
Eg eri stórliga bangin fyri, at verður einki gjørt við stóru avbjóðingarnar á fólkaskúlaøkinum, so er hetta, sum vit síggja í dag, bara byrjanin til ein álvarsligan trupulleika í okkara vælferðarsamfelag!
Les eisini: Partur I: Fólkaskúlin er fyri øll - eitt neyðarróp frá børnum við serligum tørvi
Les eisini: Partur II: Fólkaskúlin er fyri øll - eitt neyðarróp frá børnum við serligum tørvi
Annbritt Toftegaard
skúlastjóri, Skúlin á Giljanesi
Les eisini:
Partur II: Fólkaskúlin er fyri øll - eitt neyðarróp frá børnum við serligum tørvi
Partur I: Fólkaskúlin er fyri øll - eitt neyðarróp frá børnum við serligum tørvi
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo