Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag hoyra vit ofta felagsskapir, sum vilja virka fyri rættindunum hjá barninum, proklamera at barnið skal verjast í móðurlívi, og at barnið hevur rættindi til lívið – og hesum eri grundleggjandi einingur í, at barnið hevur rætt til lívið.

Fleiri av hesum felagsskapum byggja sína hugsjón á ta kristnu lívs- og menniskjaáskoðanina; hóast hetta, so síggja vit lítið til rættindini, sum barnið hevur til sín uppruna, og hetta kann ikki vera rætt.

Í teimum førum, har barnið er føtt uttan fyri hjúnaband, og foreldrini ikki búgva saman, verður sagt, at barnið hevur rætt til samveru við tað foreldur, sum tað ikki hevur bústað hjá, og er høvuðsendamálið við hesum at tryggja sær, at barnið varðveitir sambandið við tað foreldur, sum tað ikki hevur bústað hjá, soleiðis at barnið eisini kennir sín uppruna og ættarbond.

Landsstýriskvinnan, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, hevur havt uppskot til løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru til hoyringar, og er endamálið við hesi lóggávu at betra um møguleikan hjá foreldrum uttan fyri hjúnalag at fáa felags foreldramyndugleika – hetta fyri at tryggja, at børn fáa rætt til bæði mammuna og pápan.

Eitt orðafelli sigur, at allur bati bøtir, men hetta broytingaruppskotið er alt annað enn nøktandi og gevur als ikki pápanum tey rættindi, sum hann náttúrliga skuldi havt – ella rættari, hetta uppskotið gevur ikki barninum tey rættindi, sum tað burdi havt til sín biologiska pápa og uppruna.

Tað burdi verið ein sjálvfylgja, at útgangsstøðið altíð skuldi verið, at tað var felags foreldramyndugleikin, sum var galdandi, uttan mun til um barnið verður borið í heim uttan fyri hjúnaband.

Í teimum førum, har foreldur ikki eru saman, so er støðan rættiliga kaotisk, og pápin stendur nærum á berum og við ongum rættindum.

Tann danska lóggávan loyvir, at man kann fáa staðfest faðirskap 3 mðr. áðrenn barnsburð, har tann føroyska lóggávan sleppur pápanum uppá fjall uttan nøkur rættindi.

Pápin fær ikki so frætt sum fráboðan um, at barnið er komið í verðina – mamman skal innan ein mðr. eftir barnsburð fráboða, hvør pápin at barninum er.

Tá ið pápin hevur undirskrivað faðirskapin at barninum, verður hann ein pengamaskina uttan nøkur rættindi.

Pápin kann eftirfylgjandi søkja um samverurætt v.m., men rúm tíð kann ganga, áðrenn pápin so mikið sum sær sítt egna barn, og er hetta beinleiðis í stríð við samverurættin hjá barninum.

Í Løgtinginum liggur nú uppskot um at broyta løgtingslóg um børns reststilling, har man skal hava hugtakið sammóður inn í lógina – tað er hugstoytt at síggja, at man eisini við hesi broyting ikki tekur atlit til pápan, og rættin hjá barninum til pápan – man er sinnaður at slíta eina samgongu uppá eina sammóður, heldur enn at berjast fyri rættinum hjá barninum til sín uppruna.

Eg skal staðiliga heita á landsstýriskvinnuna, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, um at taka neyðug atlit til at javnstilla pápar, soleiðis at barnið fær javnbjóðis rættindi til sín uppruna, longu frá tí degi tað verður borið í heim – í dag eru pápar at metast sum sáðdonorar og pengamaskina, uttan nøkur rættindi.

Hugin Skaalum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo