Týskvøldið verður ein heilt serlig konsert í Klaksvík. Konsertin er partur av Summarvikuni, sum bjóðar ymisk tiltøk sum upphiting til Summar Festivalin, ið av álvara byrjar hósdagin í næstu viku.
Týskvøldið verður skipað fyri eini serstakari konsert á vágni, so tónleikurin fær ljómað framvið strondini og millum prúðu fjøllini, sum eru stolti og vakri kamurin um Summar Festivalin.
Tað verður kendi sjómanssangarin Anfinn Nielsen og havfrúgvin úr Mikladali, Ingbjørg Hansen, sum týskvøldið, saman við øðrum góðum fólki, syngja og seta lív í stóru tónleikaveitsluna.
Hetta kvøldið eru øll vælkomin at lata upp hurðar og vindeygu fyri at hoyra og síggja framførslurnar, spáka framvið hugnaliga sjóvarmálinum ella at loysa bátin og liggja og á damla á sjónum nærhendis flótandi konsertpallinum.
Fyrilit verður sjálvandi til veður og vind. Men eftir skránni verður tónleikurin frá umleið klokkan 21 til 23, og fyrireikarnir ætla, at tann hugnaliga framførslan á vágni fer síggjast og hoyrast væl um gamla fiskivinnu- og tónleikahøvuðstað Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo