Býurin Svevur eitur seinna lagið hjá Páll Finnur Páll í hesi syftu.
Fyrr í summar fóru seks limirinir í Páll Finnur Pàll í summarhús á Sandi at upptaka tvey nýggj løg. Fyrra lagið, Nær kemur tú heim, var klárt fyri tveimum vikum síðani.
Í dag er seinna lagið liðugt og klárt at útgeva. Tað eitur Býurin Svevur og verður í næstum lagt út á stroymingartænasturnar. Tað liggur tó longu á youtube og kann hoyrast her:
Eisini hesaferð hava Páll Finnur Páll heitt á talentfullu Daniu O. Tausen at hjálpa við síni rødd.
Theodor Kapnas hevur miksað.
Páll Finnur Páll varð stovnaður í Hoydølum í 1999. Hesi 21 árini hevur bólkurin latið fimm útgávur og fimm stakløg úr hondum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo