ÍSF: Tað verður navnframi svimjarin, Pál Vitalis Joensen, sum frameftir fer at samskipa arbeiðið hjá Antidoping Føroyum. Hann tekur við eftir Jarvin Feilberg Hansen og fer at halda fram við arbeiðinum at tryggja reinan ítrótt í Føroyum.
Antidoping Føroyar hevur eftirlit við og arbeiðir fyri, at doping ikki fer fram í føroyskum ítrótti. Tað eru seks eftirlitsfólk knýtt at virkseminum, og Pál Joensen fer frameftir at samskipa arbeiðið við eftirlitsroyndum, kunning og samskifti.
Pál Joensen gleðir seg at fara undir arbeiðið.
- Á míni ítróttarleið havi eg tíverri upplivað, at ítróttin ikki altíð er rein og rættvís. Eg havi altíð havt stóra virðing fyri teimum, sum arbeiða fyri at halda ítróttina dopingfría. Tí eri eg sera glaður fyri møguleikan til at geva mítt íkast til antidopingarbeiðið, sigur Pál V. Joensen um nýggja starvið.
Eisini Jónas Tór Næs, forfólk í Antitopingstýrinum, fegnast um nýggja samskiparan.
- Vit í Antidoping Føroyum eru ómetaliga glað fyri at hava fingið Pál við umborð og gleða okkum til at arbeiða fyri einum reinum, heiðurligum og dopingfríum ítrótti saman við honum. Samstundis vilja vit nýta høvi at takka Jarvin Feilberg Hansen fyri hansara stóra arbeiði á økinum.
Uppgávurnar hjá Antidoping Føroyum eru at taka dopingroyndir av ítróttafólki í Føroyum, at melda og leggja fram mál um doping, at kunna um doping, at taka lut í altjóða arbeiði fyri at fyribyrgja doping og at ráðgeva og kunna almennar myndugleikar um viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri økið.
Antidoping Føroyar hevur tætt samstarv við Antidoping Danmark.
Pál Joensen tók við starvinum 15. februar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo