Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Kringvarpið: Dómur fall í Eystara landsrætti í morgun. Sambært honum eigur hagaparturin góðar 7,8 mió. kr. hjá Vinnumálaráðnum. Sakarmálið er um lendið, sum varð ognartikið í 2009, tá flogvøllurin varð longdur.

Í dómi tann 31. mars í 2014 segði Føroya rættur, at teir, sum eiga hagapartin, eiga at fáa 10,6 mió. kr. í endurgjaldi frá Vinnumálaráðnum

Kravið var 20,6 milliónir krónur. Endurgjaldið er fyri mist lendi og fyri grótið, sum varð tikið til at leingja flogvøllin.

Hóast Vinnumálaráðið var mótpartur hjá hagapartinum í rættinum, skal P/f Vága Floghavn rinda hagapartinum endurgjaldið. Afturat endurgjaldinum fær hagaparturin rentu frá 24. mars í 2010, tá hann stevndi, skrivar Kringvarpið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo