Fólk frá øllum útoyggjum hittast á Bursatanga fríggjadagin kl. 14.00 og ganga harfrá kravgongu yvir á Tinganes, at hitta landsstýrismannin í samferðslumálum, Henrik Old.
Yviri á Tinganesi verður byrjað við tónleiki og sangi við Terja Rasmussen, Anfinni Nielsen, Jóan Jakku Guttesen, Kim Hansen og øðrum. Síðani fer Maud Wang Hansen at handa Henriki Old krøvini:
⦁ At Strandfaraskip Landsins fær hægri raðfesting NÚ.
⦁ At ein “ferjuætlan” verður gjørd fyri endurnýggjan av elligamla flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins.
⦁ At eitt líkinda avloysaraskip verður útvegað, sum nøktar veruliga tørvin á smáu oyggjunum.
Síðani fara umboð fyri ymisku oyggjarnar at handa Henriki Old skriv, sum lýsa avleiðingarnar, ið samferðslu-ruðuleikin hevur á gerandislívið og vinnulívið í teirra økjum.
Komið fjølment og stuðlið okkara krøvum. Øll eru vælkomin.
Havið okkurt at eta og drekka við tykkum – og týdningarmest gott lag, siga stigtakarnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo