Lortaveðrið sum vit hava havt nú í nakrar dagar, við nógvum vindi og fúlum skúrum, hasar av seinni í kvøld ella sum morgindagurin líður og vikan sum kemur verður bara heilt góð hvat veðri viðvíkir.
Vindurin verður lítil, serliga sunnudagin, týsdagin og mikudagin og tað verður kalt, ímillum frostmarkið og eini trý stig og tað verður mest turt alla vikuna tá hann hevur gjørt burturúr sær í morgin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo