Skúlablaðið: Marius Thomassen starvast sum ráðgevi í Vinnuhúsinum vegna Føroya Handverksmeistarafelag og staðbundnu handverksmeistarafeløgini; umframt er hann limur í Yrkisútbúgvingarráðnum, ið ráðgevur landsstýrinum í yrkisútbúgvingarmálum. Sambært Mariusi Thomassen fer ein alt ov stórur partur av einum fólkaskúlaárgangi í gymnasialt miðnám. Í fjør tók 86 % av árganginum gymnasialt miðnám; hetta er ein gongd, sum hevur verið vaksandi í nógv ár. Einvegis motorvegurin úr fólkaskúlanum beinleiðis í gymnasialt miðnám fyri mestsum allar næmingar í landinum, kann fyri fleiri vísa seg at vera ein blindvegur, heldur Marius Thomassen.
- Fyri summar næmingar er gymnasialt miðnám tað rætta og tað einasta rætta, men fyri aðrar er tað ikki; trupulleikin er, at tað sýnist sum, at mestsum øll, fólkaskúlin, foreldur og samfelagið, halda, at øll skulu hava gymnasialt miðnám. Vit eiga at koppa hesum rákinum á og spyrja, hví so stórir partar av okkara ungfólki skulu taka eina gymnasiala miðnámsútbúgving. Tað er jú ikki ein útbúgving í sjálvum sær, og tað tænir ongum endamáli, at øll skulu taka eitt studentsprógv; tú verður einki í sjálvum sær við at taka eina studentsútbúgving; alt gott um útbúgvingina sum so, og at tey ungu verða alment dannað, men tað verður tú eisini upp á so nógvar aðrar mátar.
Tað er ikki lætt at peika út og skilmarka, hví gymnasialt miðnám er tað rætta fyri summi og ikki fyri onnur, og hvørji hesi eru, sum áttu at hugt aðrar vegir enn til miðnám; frægasti mátin at greiða frá hesum, er at hyggja nærri at, hvørjar starvsmøguleikar, tú hevur, og hvussu útlitini eru fyri, at tú klárar teg í framtíðini, heldur Marius Thomassen.
- Alt gott um at hava ein dreym um eina útbúgving og starv, og í ein stóran mun klára fólk seg væl, um tey fylgja dreyminum, men tað er ringt at droyma um okkurt, sum tú als einki veit um, og tað er júst kunnleikin um allar teir mongu møguleikar, tú hevur, sum er alt ov lítil.
Les alla greinina í Skúlablað nr 5, sum júst er komið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo