Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! Festivalurin: Scarlet Pleasure og sólin kappaðust um at vera mest vælumtókti gesturin í Syðrugøtu í gjár. Og kappingin var hørð. So hørð at vit fáa ikki staðfest, hvør vinnarin var. 

Men fyri teir tríggjar í Scarlet Pleasure var eingin ivi um, at tað vóru sjálvir festivalgestirnir, sum vóru vinnarar. 

"Eg veit ikki, hvat tit hava etið til morgunmat. Men tit eru kanska tað villasta, vit nakrantíð hava upplivað", segði forsangarin, sum legði afturat, at hann aldrin hevði spælt á einum so vakrum staði fyrr. 

Á sandinum hugnaðu fólkini sær óføra væl – har runnu bæði børn og vaksin oman í stimbrandi sjógvin fyri síðani at renna niðan í heitu pottarnir. Lagið var gott og smílini stór.

Hóast man hoyrur mest um pottarnar, tá ið tosað verður um sandin, so eru teir ikki einasta hugnaliga staðið – her eru nevniliga eisini heingikoyggjur at sleingjast í og kanska fáa sær ein lúr.

Og... Hvussu er at fáa sand millum bibburnar?

Bartal: “Tað er sjálvandi strævið, men vit eru á festival so tað gongur!”

Elsa: “eg elski at fáa sand millum bibburnar, tað er bara strævið at fáa tað av bibbunum aftur”

Svanna: “Tað er tí eg havi slippers!”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo