Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Hóskvøldið 15. februar kl 20 bjóðar Sprotin saman við Reinsarínum til Orð og tónar.

3 bøkur, ið eru sera ymiskar, verða lagdar fram, umframt at tey vitjandi sleppa at njóta tónarnar frá Angeliku Nielsen á violin og Onnu Hüdepohl á harmoniku.

Oddfríður Marni Rasmussen man vera ein hin virknasti yrkjarin, vit hava. Yrkingasavnið OG er átjanda bók hansara, og tað gongur ikki ár, uttan at okkurt kemur frá yrkjaranum.

Vónbjørt Vang fer at práta við virkna yrkjaran. 

Onnur bókin er Tá mamma verður ør. Hon snýr seg um at vera barn hjá einum foreldri við sinnis- og sálarsjúku. Í Føroyum er hetta fyrsta bókin av sínum slag.

Ætlað børnum í barnagarðsaldri og yngstu flokkunum í fólkaskúlanum er hon somuleiðis eitt amboð hjá vaksnum at tosa við børn um hetta evnið, sum hjá nógvum tykist at vera torført at práta um og seta orð á.

Tað er Laura Apol, ið hevur skrivað, og alt yvirskotið av søluni av bókini fer óskert til Sinnisbata.

Á Orðum og tónum fer sálarfrøðingurin Erling Fles at umrøða bókina og nema við tey evni, ið bókin viðger.

Triðja bókin Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa eru fimm smávísindalig siðsøgubrot eftir Jóan Paula Joensen. Høvundurin sigur sjálvur, at søgubrotini eru at meta sum hjáveiða í virknu leitan hansara eftir heimildum í samband við aðra gransking. Men tíbetur er henda hjáveiða komin til lands, og vit lesa m.a. um viðurskifti, ið danski læknin Panum skrivaði um í 1847 - viðurskifti, ið ikki áttu at verið skrivað um sambært tátíðarinnar føroyingum og um nakað so sjáldsamt sum, hvar og undir hvørjum seingjarklæðum føroyingar hava sovið frá landnámi til nýggjari tíð.

Kári Sólstein fer at práta við Jóan Paula Joensen.

Orð og tónar á Reinsarínum hóskvøldið 15. februar kl. 20.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo