Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Burtursæð frá degnum í morgin, so verður komandi vika merkt av góðveðri, vindurin verður lítil, eysturætt alla vikuna, sólglottar og ælaveður, hvørt um annað. Tað verður lýtt, millum 6 og 8 stig allan sólarringin.

Í morgin verður vindur og regn, sum í dag, hitin um 8 stig.

Týsdagin, gul av landsynningi, æl fyrrapartin men sólglottar seinnapartin, hitin um 7 stig.

Mikudagin mestsum stilli og sólglottar, nakað kaldari, um 6 stig.

Hósdagin frískar hann vindin upp í ein strúk fyrrapartin, seinnapartin minni vindur aftur, beinur eystan, regn fyrrapart sum slítur í seinnapart og tá verða sólglottar.

Fríggjadagin verður ættin sunnan ella landsynningur og hann veksur vindin spakuliga sum dagurin líður, kanska okkurt æli fyrrapartin.

Næsta leygardag verður nógvur vindur og samregn. Ættin byrjar sum landnyrðingur sum snarar í útsynning. Hitin 6-7 stig

Og sunnudagin vesturætt, frískur vindur og ælaveður, tó eisini onkur løta við sól.

Langtíðarforsøgnirnar síggja fram til týsdagin tann 22. desember, tá er framvegis lýtt í veðrinum, 6-8 stig, so ongi serlig útlit eru fyri hvítum jólum í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo