Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Evni: Eldraverja

Spurningar:
1. Ætlar landsstýriskvinnan at arbeiða fram ímóti, at vit fáa eina eldraverju setta á stovn í Føroyum?

Viðmerkingar:
Vit hava eitt fantastiskt samfelag og liva í einum góðum og tryggum landi. Vit hava eitt gott almannaverk og góð heilsustarvsfólk, sum taka sær av okkara gomlu, og familjubondini eru sterk.

Tað eru tó altíð ymsar avbjóðingar, sum skulu loysast. Eisini í einum framkomnum vælferðarsamfelagi sum okkara. Føroyar líkjast í nógvar mátar okkara grannalondum, og har hoyra vit tíverri við jøvnum millumbilum í fjølmiðlunum um ágang av ymsum slagi móti teim eldru.

Mær vitandi eru ongar kanningar gjørdar í Føroyum hesum viðvíkjandi, men kanningar í Norðurlondum vísa, at uml. 3 – 5% av teim eldru í Norðurlondum eru fyri ágangi av ymsum slagi.

Ágangurin gongur fyri seg bæði í privatum heimum og á stovnum. Ágangurin er av ymsum slagi, men fíggjarlig útnyttan av teim eldru vísir seg at vera toppskorari í norðurlendskum kanningum.

Kynsligur og sálarligur ágangur fer eisini fram, eins og ágangur í sambandi við mangul uppá umsorgan og hjálp.

Aloftast verður ágangurin framdur av fólki í familjuni ella øðrum persóni, sum tann eldri er bundin at í tí dagliga. Tí kann tað vera ringt hjá tí eldra at boða frá áganginum.

Ein háttur at lofta hesum kundi verið ein eldraverja, sum hevur sum endamál at hjálpa teimum, sum eru útsett fyri ágangi ella eru í vandabólki.

Ein háttur at skipa hetta kundi verið, at fólk í pensjónsaldri, og sum eru fyri ágangi, kundu vent sær til eldraverjuna at fáa ráð, vegleiðing og hjálp, umframt at avvarðandi ella onnur, sum hava illgruna um, at ágangur verður framdur ímóti eldri, eisini kundu boðað frá hesum á sama stað.

Ein eldraverja kundi verið við til at tryggja, at tey eldru fáa alla ta hjálp og tey rættindi, sum tey hava krav uppá uttan óneyðugt stríð, og at tey og teirra avvarðandi høvdu onkran at venda sær til, um alt ikki gongur, sum tað skal.

Tað hevði uttan iva verið ein fyrimunur, um ein slík eldraverja var ókeypis fyri brúkaran, og at tey, sum boða frá ágangi, kundu verið anonym, um tey ynskja tað.

Á Løgtingi, 5. september 2023
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo