Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tveir av ungu og evnaríku sangarunum og sangskrivarunum í Føroyum verða við, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í august. Olvheðin Jacobsen og Ólavur á Váli Olsen fara at hava konsertir á landsins størsta tónleikatiltaki.

Olvheðin Jacobsen hevur verið virkin innan kirkju og samkomur og hevur skrivað fleiri sangir, sum verða sungnir í samkomum. Hann hevur eisini spælt í øðrum samanhangum – eitt nú var hann við í teaturkonsertini Rósu Mariu, og hann sang kór hjá luttakara í íslendska Eurovision fyrr í ár. Olvheðin hevur seinastu tíðina gingið á tónleikaskúla í Reykjavík og skal nú fyri fyrstu ferð spæla sum solistur á Summar Festivalinum.

Ólavur á Váli Olsen hevur júst verið í USA og innspælt sína fyrstu útgávu. Hann er annars kendur sum frálíkur tulkari av kendum sangum og sangum hjá sær sjálvum. Ólavur spælir andaligar sangir, fosturlandssangir og kærleikssangir, og hann syngur bæði á føroyskum og enskum máli. Nú fyrsta útgávan, sum kallast ”Her og nú”, kemur út, er samdstundis greitt, at Ólavur á Váli Olsen fer at spæla á Summar Festivalinum í ár.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo