Summar Festivalurin boðar nú frá, at tjaldingin á festivalinum er útseld.
Seinastu árini hevur Summar Festivalurin bjóðað fólki at gista í tjaldbygdini, sum liggur mitt á festivaløkinum.
– Tjaldplássið hevur verið sera væl umtókt, og í ár hevur forsølan verið so góð, at vit nú hava selt øll plássini, sigur Ragnhild Ellingsgaard, sum stendur fyri tjaldplássinum.
Tjaldbygdin á Summar Festivalinum letur alment upp hósdagin kl. 15.00. Fyrireikaranir bjóða nú fólki at seta tjøldini upp mikukvøldið frá kl. 19.00, men tað verður upp á egna ábyrgd, tí einki annað verður opið á tjaldplássinum mikukvøldið, og einki vaktarhald verður fyrr enn hósdagin.
Tey, sum vilja vitja tjaldbygdina, meðen festivalurin er, kunnu framvegis keypa sær atgongd, men tey kunnu ikki gista á økinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo