Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ársins Summar Festivalur bjóðar stórfingnað gospelkonsert á Vágsbø. Fýra føroyskir solistar fara at framføra kendar gospelsangir saman við væl spælandi bólki.

Ein av solistunum verður Ólavur á Váli Olsen, sum hevur verið nógv frammi í føroyskum tónleiki seinasta árið. Ólavur hevur givið fløgu út, og hann hevur havt framførslur kring landið.

Ólavur á Váli Olsen er systursonur gospelsangaran Ólav á Váli, sum doyði bert fimmti ára gamal í 2005. Ungi Ólavur var bert 11 ára gamal tá, men hann hevur sagt, at tann eldri Ólavur var ein fyrimynd hjá sær. Nú fer tann yngri Ólavur at tulka sangir hjá tí eldra Ólavi, sum var ein framúr gospelsangari.

Ólavur á Váli Olsen fer at syngja sangir sum »Mær er sagt um ein stað« og »Flytifuglarnir«.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august. Gospelkonsertin verður á Vágsbø leygardagin 11. august kl. 16.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo