Aftur í ár hevur rokklegan "Gentur Rokka" verið hildin í Havn. Á rokkleguni læra gentur í aldrinum 14-18 ár at spæla uppá ljóðføri, og taka lut í spennandi verkstovum.
Gentur Rokka er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir við at fáa fleiri gentur, kvinnur, tvørkynt og aðrar minnilutabólkar í samfelagnum at spæla tónleik og at tora at traðka fram.
Tær, ið hava luttikið, hava sjálvar smíðað løg, tekstir og lagt til rættis, og framføra hesa løgini í Reinsarínum, fríggjadagin 6. juli kl. 17.00.
Konsertin er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo