Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Colitis-Crohn felagið: Hevur tú ella ein tú kennir ofta ilt í búkinum? Tekna teg til fyrilesturin í seinasta lagi í dag.

Ert tú ung/ur? Gongur tú ofta og hevur ilt í búkinum? Ella kennir tú onkran ungan, sum plágast av hesum? Kanska ein vinkona? Ein dóttur? Sonur?

Ókeypis fyrilestur 29. september kl. 17 í MEGD
Kom við til ókeypis fyrilestur – sum eisini er til avvarðandi – tekna teg í seinasta lagi í dag. Send teldupost til ccf(at)ccf.fo

At vera ung við kroniskari tarmbrunasjúku
Tað eru tær 3 Mina Sirdal Henriksen, Maria D. í Garði Skála og Anna Sofía Hjalt Mohr, sum fara at hava fyrilesturin undir heitinum “At vera ung við kroniskari tarmbrunasjúku”.

Sjúkan rakar sera ymiskt, men nógv ymisk sløg av heilivági og góð ráð finnast, sum gera lívið lættari við tarmsjúku. Tí er umráðandi at seta fokus á tarmbrunasjúkur – so viðgerðarmøguleikarnar støðugt batna.

Aftaná er hugnaløta við kaffi og onkrum afturvið, har tú eisini hevur møguleika at hitta onnur í somu støðu, um tú hevur hug til tað.

Verið hjartaliga vælkomin, men minnist til at tekna tykkum á ccf@ccf.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo