Fáir syndarar eru frelstir, aftaná at prestur hevur prædikað í 20 minuttir
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroya Pro Vita: Aftur í ár bjóðar Føroya Pro Vita øllum hjartaliga vælkomnum til tann væl dámda og ókeypis Familjukrókin á ólavsøku.

Familjukrókurin heldur til niðriundir í Skansahúsinum,  J.H. Schrøters gøta nr. 11, tann 28. og 29. juli frá kl. 16-20.

Umstøðurnar í Familjukrókinum er góðar og róligar; til ber m.a. at geva børnunum ein bita, geva bróst ella at hita eina fløsku. 

Vit bjóða eina lætta máltíð, vatn, sunkist, ein heitan drekkamunn við onkrum góðum afturvið, umstøður at skifta blæður í og spøl og leikur til børn í ymsum aldri.

Størru børnini kunnu spæla uttanfyri, har vit m.a. hava hoppibond, krit og sápubløður. Andlitsmáling o.a. stuttligt verður eisini.

Familjukrókurin er partur av størri tiltaki hjá Skansahúsinum, har tað er opið hús, og til ber at heilsa uppá fólk frá ymsu felagsskapunum, sum húsast har og hoyra um teirra virksemið.

Leinkja til tiltakið: https://www.facebook.com/share/UtNH6Kg2VnGQpCem/

Føroya Pro Vita ynskir øllum føroyingum eina góða ólavsøku!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo