Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mynd: Lydia Hansen

Mynd: Lydia Hansen

Mynd: Lydia Hansen

Heiðrikur gjørdist kendur í Føroyum sum tónleikari, tá hann gav sína næstu plátu  “Funeral” út, sum fekk avbera góð ummæli bæði her heima og uttanlanda, har hann eisini vann sum “besti mannligi sangari 2017” á FMA. Øll kenna landaplágurnar “Change of Frame” og “Monster”.

Nýggja lagið er oyrafangandi og leikandi og hevur 60-ara dám yvir sær, har ein kann samanbera  við stílin hjá eitt nú Roy Orbison. Teksturin er bittur av kærleikssviki, sum er ein spennandi kontrast til tað leikandi og skemtiliga lagið. Spennandi verður at hoyra restina av plátuni, sum kemur út um 3 vikur. 

Lagið er framleitt av Janusi Rasmussen frá popp bólkinum BYRTA og Sakarisi Joensen, sum eisini framførur undir egnum navni. Lagið er upptikið og framleitt í Íslandi, og streingirnir eru upptiknir í Budapest.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo