Podcastið 'tosumeinsang' er hesuferð við Niclas Hera Jákupsson um sangin 'Grøv nr. 13
Niclas Heri var einans 15 ára gamal tá hann skrivaði sangin. Sangurin er um abban við sama navni, sum doyði alt ov ungur. Sangurin er blivin ein týðandi partur í lívinum hjá Niclas Hera.
Sangurin er blivin ein fastur táttur á Summarfestivalinum har fleiri enn 8000 føroyingar syngja við og kenna hvørt orð.
Samrøðan er eisini um mótgongd í lívinum. Niclas Heri fekk álvarsliga strongd í 2006, sum tók honum fleiri ár at koma fyri seg aftur.
Soundcloud: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo