Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í dag hevur Fólkaheilsuráðið avdúkað eitt spildurnýtt lag, sum Jensina Olsen hevur gjørt til verkæltanina ABC fyri sálarliga heilsu. Hettar er fyrstu ferð, at Fólkaheilsuráðið hevur fingið sítt egna lag.

Samstarvið byrjaði upprunaliga í sambandi við eitt stórt ABC tiltak í 2019, ið eitur Rørslufagnaður. Jensina Olsen stóð fyri upphitingini og skuldi framføra til tiltakið;

”Tað byrjaði við, at eg skuldi upptraðka til Rørðslufagnaðin, ið varð skipaður av ABC átakinum. Eitt niðurlag kom til mín, har børnini skuldu svara ABC! Hetta niðurlagið vísti seg at festa seg hjá børnum og vaksnum, og nú, nøkur ár eftir, er hetta vorðið til fimm liðugt skrivað vers og eina innspæling” sigur Jensina Olsen.

Sangurin kann skapa tilvit og gleði
Fólkaheilsuráðið legði merki til, at nógv børn og vaksin sungu niðurlagið fleiri mánaðir eftir framførsluna, hóast tey bert høvdu hoyrt tað einaferð. Tí var upplagt at samstarva víðari við Jensinu um eitt lag, sum skuldi spælast inn í studio. Endamálið við lagnum var, at tað uppá ein øðrvísi máta skuldi gera fólk tilvitað um, hvat boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu snýr seg um.

“At skriva sangin fyri Fólkaheilsuráðið hevur fingið meg at hugsa eyka um, hvussu umráðandi tað er, at vit støðugt venda sjóneykuna á okkara sálarligu heilsu, og hvussu vit, tá vit tilvitað velja til og frá, kunnu styrkja hana. Tað var umráðandi fyri meg ikki at koma við einari endaligari loysn í sanginum, men at tað stóð opið í mun til, hvat vit hvør sær halda liggja í ABC'num fyri sálarliga heilsu” sigur Jensina Olsen.

Umframt at skapa tilvit um, hvat ver virkin, ver saman og ver hugbundin snýr seg um, so er hesin miðilin eisini serstakur, tí hann kann vera við til at skapa gott lag, savna fólk og fáa fólk at vera virkin, ímeðan tey lurta. Tað ber til at merkja boðskapin við bæði kropp og sál ígjøgnum tónleikin.

“Sangurin skuldi vera lívligur, fjálgur, stuttligur og eggja til, at fólk fingu hug at gera okkurt, um ikki annað, bara dansa tað løtuna sangurin spælir. Grundsporið í tónleikinum, er spælt inn live, fyri at fáa hita, nærveru og ekta lív í. Børn hava síðani sungið kór inn, og vit hava funnið uppá ymiskt aftrat. Ljóðførini tosa betur saman, tá talan er um live innspæling, og tað haldi eg eisini stuðlar uppundir boðskapin í orðunum 'virkin, saman, hugbundin,'” sigur Jensina. 

Tað kann vera einfalt
“Vit hava varhugan av, at nógv halda, at tað at røkta sína sálarligu heilsu, bert er viðkomandi fyri tey, ið hava sálarligar trupulleikar, men soleiðis er tað ikki. Tað hevur stóran týdning, at vit øll hugsa um okkara sálarligu heilsu og gera okkurt gott fyri hana, óansæð um vit hava sálarligar trupulleikar ella góða sálarliga heilsu. At vera virkin, saman og hugbundin, vita vit, hevur góða ávirkan á sálarligu heilsuna. Tí er tað fantastiskt, at vit hava fingið eitt nýtt lag, sum á ein einfaldan, glaðan og stuttligan máta varpar ljós á og vísir, hvussu ymiskt vit kunnu fylgja boðskapunum,” sigur Monika Mohr, sum samskipar ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum.

“Tað er skjótt at fáa kensluna av, at nógv skal til fyri at betra um sálarheilsuna. Onkuntíð er tað bara ein temuður og eitt jatsi, ið skal til. Tað heila er oftani beint við, vit skulu bara síggja tað. Sjálv havi eg havt avbjóðingar við sálarheilsuni og kent, hvussu gott tað er at handla tilvitað uppá ABC'ið, ið kann stillast, alt eftir, hvar vit eru í lívinum. At arbeiða saman við so dugnaligum tónleikarum er altíð ein gleðilig uppliving. At spæla tónleik, skapa og syngja, er heilt vist eisini nakað, ið er gott fyri alt,” sigur Jensina at enda.

Lagið er fyri øll
Sangurin er tøkur á Youtube (og í næstum á Spotify) og formaðurin í Fólkaheilsuráðnum Magni Mohr vónar, at góð undirtøka verður fyri honum og at t.d. barnagarðar, skúlar, ellisheim og onnur hava hug at brúka lagið til tiltøk og hugnaligar og stuttligar løtur saman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo