Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Kristiligi rokkbólkurin I AM gevur í hesum døgum nýggjan tónleik út.

“Talan eru um løg, sum vit hava havt í viðførinum leingi, men ongantíð hava givið út,” sigur Arni Zachariassen, gittarleikari.

“Vit hava tó regluliga spælt sangirnar á konsertum,” leggur hann aftrat.

Fyrsta lagið er “Altíð saman”, og varð tað upptikið í Medley upptøkuhølunum í Keypmannahavn, har tað eisini varð ljóðblandað.

I AM hava fyrr samstarva við framleiðaranum, Søren Mikkelsen. Hann framleiddi eisini sangin, “Can’t Stand (That Face)”, sum bólkurin lat úr hondum í 2019.

“Altíð saman hevur ligið í skuffuni í fleiri ár,” greiðir Birgir Sigurðsson, sangari, frá.

“Tá vit avgjørdu at fara aftur í upptøkuhølini, var hann okkara fyrsta val. Sangurin er melankolskur, hevur ein lættan og fangandi melodi, ið endar við einum deiligum rokkstemningi.”

Teksturin snýr seg um broytingar millum menniskju.

“Um hvussu skjótt tær løtur vit viðismeta hægst, oftast tykjast at enda fyrst og hvussu okkara avgerðir leiða okkum ymiskar leiðir,” sigur Birgir Sigurðsson, sangari.

Nýggja lagið hjá I AM kann hoyrast á øllum stroymitænastum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo