Hamar vann 74-62 í søguliga dystinum sum varð leiktur í gjár. Søguligur, tí hetta er fyrsti dysturin hjá Nyki, sum eisini átti toppskjúttan í dystinum, Xymon Gas, sum skoraði 37 stig.
Flestu leikarar úr Nyki hava leikt við øðrum liðum, men settu á stovn sítt egna felag í Vágum í summar.
Fyrra hálva var sera spennandi og kundi fara báðar vegir. Men í seinnu hálvu tóku Hamar úr Havn seg fram um og endaðu við at vinna 74-62.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo