Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

 - Vit hava allir okkara dagligu gongd í BankNordik, har vit eisini hava spælt til ymisk tiltøk hjá samtakinum. Nú jólini nærkast, hildu vit, at tað var upplagt at fara í upptøkuhølini at spæla nøkur jólaløg inn, og geva tey út alment, sigur ein væl nøgdur Jan Guttesen.

Fyri einum góðum mánaði síðani var bólkurin í Studio Bloch, og við sær út aftur hevur bólkurin trý bleyt rokk-løg, sum øll eru skrivað av bólkinum. Løgini eru á enskum.

Kend andlit úr føroyska tónleikaumhvørvinum

Páll Oddur Rubeksen er kendur frá tónleikabólkinum Páll Finnur Páll, og Jósva Debes sum trummuspælari hjá fleiri føroyskum tónleikabólkum. Restin av manningini hevur eisini fingist við tónleik. Jan Guttesen og Jón Brekku vóru virknir innan tungmálmstónleikin, sum var at hoyra í fyrstu hálvu av 90unum, meðan Arnhold Olsen hevur spælt til ymisk andalig tiltøk.

Christmas All Around

EP´in kallast Christmas All Around, og umframt heitislagið eru løgini Christmas is Coming Home og Merry Xmas Everyone. Vinjar E. Petersen og Anton Liljedahl hava staðið fyri upptøkunum, meðan Theodor Kapnas hevur ljóðblandað og George Nerantzis hevur mastrað løgini. Tað er Tutl, ið gevur út.

Hoyr løgini við at trýsta á leinkini niðanfyri:

Christmas is Coming Home

Christmas All Around

Merry Xmas Everyone

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo