Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Faroe Islands’ International Minority Film Festival (FIMFF) er ein nýggjur pallur, ið hevur til endamál at skapa kjak og samfelagsbroytingar umvegis film og list. Árligi filmfestivalurin fer at leggja dent á minnilutar og aðrar marginaliseraðar samfelagsbólkar við støði í fjølbroytni og evnum, ið viðkoma hesum bólkum. Festivalurin verður fyrstu ferð hildin í Perluni í Tórshavn 7. - 10. september 2017.

Á skránni í heyst verður ein røð av norðurlendskum og altjóða filmum, stuttfilmum, dokumentarfilmum, pallborðsfundum, verkstovum og listaverkum. Faroe Islands’ International Minority Film Festival fer at seta integratión rasu- og tilflytingartrupulleikar á dagsskránna, umframt at heiðra og viðgerða kynsligt, rasu, átrúnaligt og mentanarligt margfeldi.

Samstarv við Tórshavn Film Festival Filmfestivalurin fer at byggja bryr millum norðurlendsku londini og aðrar minnilutar kring heimin. Tí hevur festivalurin eisini fingið í lag samstarv við aðrar líknandi altjóða filmfestivalar fyri minnilutabólkar og við Norðurlandahúsið.

Áðrenn filmfestivalin í september, hevur FIMFF fingið innivist í skránni hjá Tórshavn Film Festival (TÓFF) hjá Norðurlandhúsinum, sum verður á skránni alla næstu viku. FIMFF hevur fingið heiðurin at enda ársins TÓFF við at vísa tveir forkunnugar filmar sunnukvøldið 19. februar 2017, kl. 19.30. Stuttfilmurin "Balcony" og dokumentarfilmurin "I am Gay and Muslim" verða sýndir, meðan prát verður við leikstjóran av dokumentarfilminum eftir framsýningina. Henda sýningin er eitt prei til, hvat ein kann vænta sær at uppliva á FIMFF í heyst.

Ein ensk og ein afghansk genta gerast góðar í “Balcony” Stuttfilmurin “Balcony” fer fram í einum enskum grannalagi, sum er fylt við rasuspenningi. Har fellur Tina, ein trupul tannáringur, fyri Danu, ein nýggjur tilflytari frá Afghanistan, ið er offur fyri fordómum og skomm. Filmurin er 17 min. langur.

Dokumentarfilmurin “I am Gay and Muslim“ Chris Belloni, ið hevur gjørt niðurlendska dokumentarfilmin "I am Gay and Muslim", nýtti tað mesta av 2011 í Marokko, har tað at vera samkyndur enn er eitt strengt lógarbrot. Hetta árið fylgdi hann ymiskum ungum samkyndum monnum, sum deila teirra persónligu upplivingar, sum samkyndir í Marokko. Filmurin er longu vístur í meira enn 60 ymiskum filmfestivalum kring heimin. Chris Belloni er eisini festivalstjóri fyri International Queer Migrant Film Festival í Amsterdam. Dokumentarfilmurin er 54 min. langur.

Samstarv við Filmsfelagið FIMFF samstarvar eisini við Filmsfelagið og fer er at vísa sámiska filmin ”Sameblod” í felag 29. mars, kl. 14.00, í Havnar Bio. “Sameblood” er nýggjur sámiskur filmur, ið snýr seg um 14 ára gomlu sámisku Elle Marja, sum veksur upp í Svøríki í 1930'unum. Har má hon berjast við sín sámiska samleika og at vera ein sámiskur minniluti í einum svenskum meiriluta. Hetta er fyrsti langfilmurin hjá svensku Amandu Kernell, sum longu hevur vunnið fleiri týðandi virðirslønir fyri filmin.

Filmfestivalurin skal víðka okkara sjónarhorn Nadia Barbara Abrahamsen, ið er stovnari av og stjóri í FIMFF, sigur soleiðis um nýggja árliga filmfestivalin: “Vit vilja skapa eitt betri samfelag og heiðra ymiskleikanum umvegis film og list. Málið er at skapa ein pall fyri øll, ið vilja víðka sína vitan og sítt sjónarhorn umvegis film og list, og at skapa kjak og gevandi samskifti um minnilutar og aðrar marginaliseraðar samfelagsbólka í Føroyum og kring heimin.” Hon leggur afturat: “Eins og onnur evni, ið vanliga ikki vera kastað ljós á í almenna rúminum og í almenna kjakinum. Tað kann vera evni so sum xenofobi, homofobi, islamofobi, transfobi, rasismu, átrúnaðarligt fjølbroytni, brek og queer, trans, people of color (QTPOC) persónar. Vit hava góðar vónir um, at hesin filmfestivalurin fer at gera ein mun í Føroyum.”

Umframt Norðurlandahúsið, stuðlar Filmsfelagið, International Queer Migrant Film festival, LGBT Føroyar, Oslo/Fusion Film Festival og ymiskir mentanargrunnar Faroe Islands’ International Minority Film Festival 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo