Endiliga kunnu vit aftur skipa fyri renning og guðstænastu nýggjársdag, har vit øll kunnu koma í gongd við at røra okkum og koma í kirkju, og hví ikki byrja fyrsta dagin í árinum?
Nýggjársdag kl. 14 skipa ítrottarfelagið Frælsi og Vága prestagjald fyri árligu nýggjársrenningini.
Í ár verður runnið ella gingið frá Sørvágs kirkju til Bíggjar kirkju, ella frá Bíggjar kirkju og heim til Breiðánna og aftur til kirkjuna.
Guðstænasta verður í Bíggjar kirkju kl. 15. Um tit koma í bili, vinaliga setið bilin á parkeringsplássið við innkomuvegin til Bíggjar bygd.
Tiltakið er ókeypis. Vit bjóða frukt og vatn, tá komið er á mál.
Vága prestagjald og ítrottafelagið Frælsi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo