Forlagið Eksil: Mikukvøldið 21. juni klokkan 19.00 kanst tú uppliva undirskógin í føroyskum bókmentum.
Lesandi frá Ritlist á Fróðskaparsetrinum og Forlagið Eksil skipa fyri útgávutiltaki, nú RITLIST II: Antologi verður útgivin.
Ritlist er partur av BA-útbúgvingini í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya.
Í hesi fínu útgávu við fimm smáum ritlingum savnaðir við einum elastikki, hava tey lesandi arbeitt við ymiskum tekstrøddum: ein framtíðardystopisk frásøgn um Føroyar, heimildaryrkingar, goymdar og gloymdar dagbókingar, monologar og stuttsøgur.
Tey, sum skriva eru:
Súsanna Tórgarð
Katrin Joensen-Næs
Durita Midjord
Beinir Bergsson
Rannvá Glerfoss
Tað eru Lív Maria Róadóttir Jæger og Kim Simonsen, ið hava ritstjórnað og samskipað útgávuna saman við teimum lesandi.
Upplestur verður úr hesum spildurnýggju tekstum í Reinsarínum mikukvøldið 21inda juni klokkan 19.00.
---
Ritlist II
Forlagið Eksil 2023
Rættlestur: Sanna Andrassardóttir Dahl
Prent: Føroyaprent
Sniðgeving: Billa Jenny Jónleifsdóttir
Bókin er sett við: Gulim/Batang
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo