Á ársins síðsta degi kom Magni Husgaard út við síni fyrstu útgávu við navninum Husgaard. Útgávan, ið ber heiti Reflections, er ein samansavning av 5 instrumentalum løgum í sjangruni pop/jazz.
Stutt um útgávuna sigur Magni, at tónleikurin onkursvegna er ein hugleiðing um lívið, sambandið millum menniskju, tilveruna og tað andaliga.
Tónleikarar á útgávuni eru:
Guitar: Petur Hans Niclasen
Kontrabass: Eyðun Johannesen
Trummur: Høgni Klakkstein
Klaver: Magni Husgaard
Magni Husgaard hevur skrivað øll løgini - lagið Jane Doe hevur hann skrivað saman við Peturi Hans Niclasen.
Hans Poulsen hevur tikið upp í Bloch Studio og IntroVers Studio. Óli Poulsen hevur mixað, og myndirnar, sum eru tiknar í sambandi við útgávuna, hevur veingir tikið.
Øll løgini eru tøk á Youtube: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo