Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Trygdarpolitiska støðan í nærumumhvørvinum er broytt, síðan kríggið í Ukraina byrjaði. Fjarskotnir vandar tykjast alsamt tættari og hetta krevur bæði stutt- og langsiktaðar ætlanir frá politiska myndugleikanum.

Altjóða siðvenjan viðvíkjandi uttanríkis- og trygdarpolitiskum avgerðum er, at man talar við einari rødd og er sameindur.

Spyr man leiðarar úr politisku flokkunum í Føroyum, so eru tey flestu samd um, at hetta eisini skal vera støða Føroya – men hvussu koma vit hartil?

Brádligar broytingar í uttanríkispolitiska heiminum hava elvt til eitt krav um bráðar, hóast umfatandi, avgerðir frá politiska myndugleikanum í Føroyum.

Henda ráðstevna hevur til endamáls at skapa eitt orðaskifti um, hvørjar trygdarpolitiskar avbjóðingar eru og møguliga koma fyri Føroyar.

Hvussu fyrihalda vit okkum til handilsavtalur?

Hvussu taka vit trygdarpolitiskar avgerðir?

Hvat er kritiskt infrakervi og skal nakað hernaðarligt virksemi vera í ella kring Føroyar?

Tiltakið verður 28. Septembur í Reinsarínum í Havn og er ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Niðanfyri er skráin fyri tiltakið:
19:00 – 19:05 – Anna Falkenberg bjóðar vælkomin

19:05 – 19:25 – Ólavur Dalsgarð heldur upplegg um handils- og trygdarpolitikk

19:25 – 19:30 – Møguleiki fyri spurningum

19:30 – 20:10 – Pallborð um handils- og trygdarpolitikk við luttakarum:  Sjúrður Skaale, Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og Bjarni Kárason Petersen

20:10 – 20:20 ­- Steðgur

20:20 – 20:40 – Hans Peter Michaelsen heldur upplegg um kritiskt infrakervi og hernaðarligt virksemi

20:40 – 20:45 – Møguleiki fyri spurningum

20:45 – 21:25 – Pallborð um kritiskan infrastruktur og hernaðarligt virksemi við luttakarum: Anna Falkenberg, Annika Olsen, Jenis av Rana og Henrik Old

21:30 – Liðugt

Orðstýrari verður: Óluva Zachariasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo